Við einum nýggjum rokniamboði, sum vit kalla CO2-roknarin, ber til hjá fyritøkum, stovnum o.ø. at rokna egið útlát av vakstrarhúsgassi. Tá tøl fyri nýtslu av olju, el og øðrum, sum elvir til útlát av vakstrarhúsgassi, eru sett inn í CO2-roknaran, verður útlátið av vakstrarhúsgassi roknað.
Her ber til at taka CO2-roknaran niður:
► 2022 (excel fíla) (beta-versión).
► 2021 (excel fíla) (beta-versión).
Gevið gætur, at talan er um fyrstu útgávur av CO2-roknaranum (sokallað beta-versiónir), sum verður royndarkoyrdur nú. Fyritøkur, sum rokna sítt CO2 útlát við beta-versiónini, mugu taka fyrivarni fyri møguligum komandi rættingum.
Ein nýggj excel fíla verður gjørd fyri hvørt ár. Orsøkin er, at útlátið (kg CO2/kWh) frá elframleiðslu og fjarhita er ymisk frá ári til árs. Fílan fyri 2023 verður tøk í januar/februar 2024.
Umhvørvisstovan eigur og dagførir CO2-roknaran. Burðardygt Vinnulív hevur fíggjað menningina av føroyska CO2-roknaranum.
Allar útrokningar í CO2-roknaranum eru grundaðar á altjóða standardin ghgprotocol, sí www.ghgprotocol.org
CO2-roknarin er ókeypis og tøkur hjá øllum at brúka.
Um tú hevur viðmerkinar ella spurningar um CO2-roknaran, kanst tú senda ein teldupost til us@us.fo
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo
17-11-22 Umhvørvisstovan og vinnufeløg kunngera samstarv um CO2 rokniamboð
27-07-22 Minni vøkstur í útláti av vakstrarhúsgassi
13-07-20 Útlátið av vakstrathúsgassi økt við 6 %
18-12-18 CO2 útlátið øktist munandi í fjør
26-07-17 Útlátið av vakstrarhúsgassi rættiliga støðugt
06-05-16 CO2 útlátið minkað nærum 3% í 2015
21-07-15 Vit náa neyvan málinum í veðurlagspolitikkinum
03-07-15 Meira CO2 - men eisini meira orka